Sunday, October 24, 2010

Okkara fyrsta heilsan


Hey øll somul, sum hava bíðað eftur at hoyra frá okkum.
Av tí at umstøðurnar hava gjørt tað trupult at sleppa á interneti, so hava vit ikki haft møguleikan at koyra nakað út á síðuna. Tí verður síðan ikki líka nógv uppdaterað sum ætlað.
Vit komu til Ndola fyri 14 døgum síðani, sum er býurin tættast við, har vit búgva. Vit búgva í einum lítlum øki, har GLO bíbilskúlin er. Vit hava tað gott og eru fallin væl til. Lisa hevur arbeitt á kontorinum, og Trygvi hevur gjørt ein reklamufilm fyri skúlan og hjálpt til við bókhald. 1 viku aftaná vit komu, endaði skúlaárið á bíbilskúlanum - tvs at her hevur verið eitt sindur stilt aftaná. Eitt nýtt skeið skal so byrja nú og varðar 3 vikur. 
Kultururin er øðrvísi, so tað er læruríkt og gevandi. Vit gleða okkum at vera her ta næstu tíðina.... Tit hoyra frá okkum!
Lisa og Trygvi