29 okt. fóru vit til høvuðsstaðin Lusaka saman við Nannu, Nikki (ein frá UK), Heidi og Bjartu. Tað tekur uml. 5 tímar at koyra, so vit fóru avstað kl.06 um morgununin. Vit vóru so óheppin, at bilurin kind off “steðgaði upp” (man kundi bara koyra í 2 gear’i).. Men tíbetur vóru vit tætt við ein bý og kundu so fáa bilin gjørdan aftur har. Vit koyrdu so víðari, og gita um ikki okkurt aftur hendi við bilinum!!! Men tá vóru vit tíbetur komin til Lusaka, og bilurin fór so aftur á verkstað har :)
Vit svóvu so á einum hotelli í Lusaka, og næsta dagin fóru vit á market. Tað var eitt serligt market, sum bara er 1 ferð um mánaðin. Har var øgiligt pruttað um prísir, og tað var bara heilt skeg. Aftaná market fóru vit heimaftur, og túrurin gekk bara heilt væl :)
31 okt. fóru vit saman við David til Chengelo (ein túrur á 3 tímar). Í Chengelo er ein av teimum bestu skúlunum í Zambia, har børnini hjá ríkum foreldrun og trúboðarum ganga. David hevði eina undirvísing um dagin, og so var eitt ungdómsmøti um kvøldið, har vit luttóku.
Vit fóru so heim aftur næsta morgunin. Seinnapartin tann dagin fóru vit til Sakanya at hjálpa til við barnaarbeiði. Hvønn mánadag er barnaarbeiði, har sum man syngur, spælir og fortelur søgu.
Annars so eru vit byrjað at venja fótbóltsliðið, sum er her. Tað eru 2 lið - eitt yngri og eitt eldri, og eru teir onkuntíð við í onkrum kappingum.
Í dag eru vit komin til Livingstone og vera har inntil sunnudagin. Livingstone liggur 10 tímar frá Ndola og liggur á markinum til Zimbabwe og Botswana. Tað er tann stóra turist attraktiónin her í Zambia, har Victoria Falls, bungy jump, river rafting og safari og nógv annað er. Hetta gleða vit okkum super nógv til.