Hey tit øll!
Nú er langt síðani, at vit hava uppdaterað heimasíðuna. Vit hava havt nógv at gera tað síðsta tíðarskeiðið.
Fyri 18 døgum síðani hevði GLO eina ungdómslegu, har eini 170 ung luttóku. Á leguni vóru vit aktiv og fyriskipaðu ymiskar aktivitetir. Klokkan 05.45 skuldu vit upp til Rise and Shine, har vit (leiðararnir) fóru runt og vaktu øll tey ungu. Síðani var “morgunfimleikur” í 1/2 tíma. Morgunfimleikurin kundi vera t.d. spøl, sangur ella ein rennitúrur. Aftaná døgurða høvdu vit eitt workshop (Get fit), har vit tosaðu um sport og spældu nøkur spøl. Síðani var sportur á skránni. Har fyrireikaðu vit fótbólt, volleyball, baseball, ultimate, borðtennis og togtuging. Trygvi stóð eisini fyri Camp News, har 2 ung filmaðu ymiskt ígjøgnum dagin, og síðani vóru nýggjheitirnar vístar um kvøldið.
Meðan ungdómslegan var høvdu vit keypt inn til ein “legu-handil”, sum fótbóltsdreingirnir stóðu fyri. Pengarnir, sum teir forvunnu, fóru til at keypa bóltar til venjing. Í gjár keyptu vit so 3 nýggjar bóltar, og teir vóru sjálvandi sera stoltir :)
Ungdómslegan endaði ein hósdag, og tann næsta dagin fóru vit til býin Kabwe (eini 2 tímar frá Ndola) og búðu á einum bóndagarði tað vikuskiftið. Har lærdi David eini 10 ungdómsleiðarar um ungdómsarbeiði, og vit skuldu síðani hava eitt sunnudagsmøti í eini samkomu. Á hesum møtinum høvdu vit fyrireikað ymisk ting, har Trygvi m.a. talaði, og Lisa spældi drama.
Sunnukvøld komu vit so aftur til Ndola, har eitt nýtt programm byrjaði dagin eftur. Her fóru vit til ein býarpart, har ein onnur ungdómslega var, har vit hjálptu til við ítrótti, drama og barnaarbeiði. Hendan legan var í 5 dagar, har vit fóru til og frá hvønn dag við bili.
Síðani hesa leguna, hava vit verið á GLO. Her hava vit vant fótbóltsliðið og hjálpt til við kontórarbeiði. Eftirsum at mango-tíðin er nú, eru fleiri mango’ir búnar, og tí høvdu vit nakrar av fótbóltsdreinginum heima hjá okkum fyrradagin, har vit gjørdu mango juice.
Í dag hava vit hugt eftir einum filmi saman við fótbóltsliðnum. Vit gjørdu íbúðina hjá Lisu um til ein biografsal, og síðani hugdu vit eftur filminum Coach Carter. Sesin filmurin er sera góður til ungdóm, og serliga ítróttarfólk, tí hann vísur akkurát, hvørji ting eru umráðandi fyri eitt lið.
Annars kunnu vit siga, at vit trívast sera væl. Tíðin her er lærurík og lívsbroytandi, men vit gleða okkum sjálvandi at koma heima aftur.
Nú er so skjótt jólaaftan, og jólini koma vit at hava her á GLO. Vit koma at halda jól saman við David, Evaristo (lítla beiggja David), og einum stuttligum italienara. So tað skal nokk verða hugnaligt. Men eingi jól eru sum jól í Føroyum.
Gleðilig jól og Guðs signing.
Heilsan Lisa og Trygvi